Tað var nær við í Sørvági í gjár, men heldur ikki í 30. royndini eydnaðist tað.
20. oktober í 2019 vann Skála 3-1 í Fuglafirði móti ÍF. Men síðani hevur Skála spælt 30 útidystir í bestu deildini uttan at hava vunnið sambært FaroeSoccer.
Í gjár var nær við, tí Skála var sambært hagtølunum betra liðið í Sørvági móti 07 vestur, men heldur ikki í 30. royndini eydnaðist at vinna.